C20-vísitalið, sum umfatar 20 tey mest keyptu og seldu partabrøvini á danska virðisbrævamarknaðinum, hækkaði 4,1 prosent í dag, og hetta er størsta virðisøkingin í tvey ár. Orsøkin er sambært greinarum, at íleggjarar hava fingið betri vónir um, at tað fer at bera til at bjarga grikska búskapinum.
Millum tey partabrøvini, sum høvdu størstan áhuga í Keypmannahavn í dag, vóru partabrøvini í Danske Bank og Vestas, men júst hesi partabrøvini hava verið fyri stórum virðisfalli í kreppuni.
Eisini á øðrum marknaðum í Evropa vaks virðið á partabrøvum í dag. Á marknaðunum í Frankfurt og Madrid lá vøksturin millum fýra og fimm prosent.