Størsta vónin er í Sundalagnum

Fjálturin fór skjótt burtur í altjóða frumdystinum hjá EB/Streymi, og tað verður roknað við møguleikanum at samansetta liðið skal spæla seg í næsta umfarið

Fótbóltur

 

Enn eitt føroyskt felag hevur nú roynt seg í europeisku kappingunum. Tað er EB/Streymur, sum framvegis eigur til góða at skjóta mál í altjóða dysti. Teir taptu 1-0 í Finlandi ímóti ímóti MyPa. Einsamalla málið varð skorað, tá ið tað restaðu 12 minuttir.

- Úrslitið ber væl til at liva við. Sjálvandi hevði tað gjørt uppgávuna á heimavølli lættari, um vit høvdu fingið mál burtur úr einum av fáu møguleikunum, sum vit høvdu. Men vit fara á heimavølli at spæla fyri møguleikanum, verður sagt úr EB/Streyma ferðalagnum, sum nú er á veg aftur til Føroya.

EB/Streymur skal spæla á Tórsvølli hósdagin 2. august. Tá verður takið at syrgja fyri, at finsku mótstøðumenninir ikki skjóta mál, og so skal EB/Streymur skjóta mál. Í Finlandi høvdu Hans Pauli Samuelsen og Ronnie Samuelsen møguleikar, og í síðstu løtu var um reppið, at Sorin Anghel spældi Arnbjørn Hansen blankan fyri málinum.

Heimaliðið var greitt omaná. Fyrstu løtuna var fjáltur á EB/Streyma monnunum, men sum 1. hálvleikur leið, fótaðu teir sær og royndu at spæla. René Tórgarð var sannur brandur í málinum, og ofta vórðu skotroyndir blokeraðar av føroyingunum, sum sýndu fínan hugburð og ofraðu seg.

MyPa økti um trýstið í 2. hálvleiki, og tá ið lítið korter restaði skoraðu teir framúr vakurt mál við skoti uttanfyri brotsteigin.

Tað verður torført hjá EB/Streymi, men tepra tapið í Finlandi ber við sær, at avbjóðingin ikki er heilt ómøgulig, tá ið MyPa fer at vitja her um tvær vikur.

Fakta:

MyPa-EB/Streymur 1-0 (0-0)

EB/Streymur: René Tórgarð – Bárður Olsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus (Gert Hansen, 82.), John Heri Dam – Hans Pauli Samuelsen, Zsolt Zekeres, Símun Eliasen, Ronnie Samuelsen, Arnbjørn Hansen (Hanus Eliasen, 75.) – Károly Potemkin (Sorin Anghel, 60.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Brian Hansen, Brian Olsen, Esmar Eiðisgarð, Teitur Joensen

Venjarar: Piotr Krakowski og Sámal Erik Hentze