Størsta uppgávan nakrantíð

Í annaðkvøld spæla ÍF Føroyar og BK Frem dyst í donsku steypakappingini. Ein tann størsti dysturin fyri føroyska felagið nakrantíð og tann størsti hjá venjaranum Andrasi Kjartansson Thomassen

Nakrir dystir eru størri enn aðrir. Týskvøldið 3. mai klokkan seks verður ein av teimum heilt stóru spældur á Valbys Idrætspark, sæð við føroyskum útiseta brillum. Gjøgnum venjarabrillurnar hjá Andrasi Kjartansson Thomassen er heldur eingin ivi. Hetta er størsti dysturin hjá honum nakrantíð sum venjari. Men Andras gleðir seg. Tað sama gera hansara leikarar, vissar hann um.
- Vit hava koyrt júst sum vit plaga. Sjálvandi tosaðu vit nógv um dystin beint eftir lutakastið, men síðani hava vit hugsað um leikskránna í landskappingini og dystirnar har. Vit fara ikki at venja meiri ella gera alt øðrvísi, tí uppgávan er hendan. Í ÍF Føroyum skulu vit stuttleika okkum, gloyma lesnaðin og arbeiði. Tað skulu vit eisini gera í annaðkvøld, sigur venjarin hjá ÍF Føroyum.

Øðrvísi uppgávur
Av røttum átti dysturin at verið avgreiddur á Kløvermarkini, heimavøllinum hjá ÍF Føroyum. Men eftir harða veturin minna grasvallirnir har meir um eplaveltir enn nakað annað.
– Tí kannaðu vit møguleikan at spæla á graslíkinum har, men tá tað ikki bar til, valdu vit at flyta dystin á útivøll, fyri at fáa so góðar karmar sum gjørligt. Vit ynskja eitt gott undirlag til góðan fótbólt, og á Valby Idrætspark er eisini møguleiki at vinna felagnum nøkur oyru, tá vit býta inntøkurnar av atgongumerkjum við Frem.
Í so máta er venjara uppgávan í ÍF Føroyum nakað øðrvísi enn flest aðrataðni. Eitt annað dømi um hetta er, at Andras er fegin um, at dysturin er júst nú.
- Hesa tíðina eru nógvar próvtøkur. Tað merkir, at teir allarflestu leikararnir eru í Keypmannahavn og kunnu spæla, fegnast Andras. Fyri tveimum árum síðani spældi ÍF Føroyar í móti AB. Tað var mitt í summarfrítíðini, tá flestu leikararnir vóru heima í Føroyum, sum ikki passaði serliga væl til stóru uppgávuna.

Eru væl fyri
Andras hevur tikið 14 mans út til dystin. Eitt sterkt lið, heldur hann sjálvur, hóast tveir leikarar ikki eru tøkir. Bergur Midjord hjá B36 fekk ein minni skaða seinasta dyst og er ikki klárur, og tað sama er galdandi fyri Pætur Dahl.
Liðið er eisini vælkoyrandi í løtuni. Síðani Andras tók við sum venjari eftir árskiftið, hevur felagið ikki tapt. Í landskappingini er talan um fýra sigrar og ein javnleik, meðan liðið hølvaði alla mótstøðu av vegnum í venjingardystunum, sum eisini vóru í móti liðum frá somu deild sum BK Frem.