Fyrst vil jeg vegna Tvøroyrar býráð ynskja tær Pál Joensen hjartaliga tilukku við 3 falda Europameistaraskapinum, somuleiðis venjara tínum Jón Bjarnarsyni, SUSVIM, foreldrum, systkum og ommuni í Vági, hetta er størsta ítróttarbragd í Føroya søgu, sum vábingar, suðringar og øll tjóðin kunnu verða stolt av.
Størsta ynski frá øllum, ið vara av svimjing í Føroyum hevur verið at fáa ein 50 metra svimjihyl, her vil jeg vegna Tvøroyrar býráð upplýsa at ogur hava í fleiri ár arbeitt við at byggja ein 50 metra svimjihyl, og var eisini fíggjing fingin til hesa ætlan , men Føroya Landsstýri, ið sat í síðstu seti kláraði ikki avgreiða málið, hevði Føroya Landsstýri givið Tvøroyrar býráð loyvið, so hevði 50 metra hylurin verði komin væl ávegis ídag. Men Tvøroyrar býráð hevur tó ikki slept ætlani, men her má Føroya Landsstýri spæla við. Latum okkum leggja 50 metra svimjihylin í Suðuroy.
Við ítróttarkvøðu
Vegna Tvøroyrar býráð
Kristin Michelsen, borgarstjóri