Størsta ítróttaravrikið nakrantíð

Vegna Føroya Landsstýri hevur løgmaður sent Pál Joensen heilsan. Og íkki óvæntað trýtur ikki við rósandi orðum í hesari:

 

- Við tínum gullheiðursmerkjum hevur tú framt størsta føroyska ítróttaravrik nakrantíð.

Eg vil somuleiðis ynskja venjara tínum Jón Bjarnasyni, felagi tínum Susvim og familjuni hjartaliga tillukku við tínum brøgdum í Beograd.

Tú hevur prógvað, at við vilja og miðvísari venjing kunnu hægstu mál røkkast - eisini tá ein kemur úr einari lítlari tjóð sum Føroyum.

Tú hevur prógvað, at eru vit miðvís og málrættað, so kunnu Føroyar eisini gerast miðdepil á ivaleyst øðrum økjum. Tú hevur við tínum bragdi givið Føroyum eina sterka altjóða umboðan. Tað takki eg landsins vegna fyri, sigur løgmaður, Jóannes Eidesgaard, millum annað í skrivinum.