Gamla træskipið Thorshavn er komið út úr høllini á Tórshavnar Skipasmiðju, aftan á størsta timburarbeiðið í Føroyum í ein mansaldur. Arbeiðið við at skifta dekk, tak á stýrihúsinum, lúnning og mangt annað hevur verið sera umfatandi. Eisini er allur skrokkurin eftirhugdur, og har ábøtur eru neyðugar eru tær gjørdar.
Maskinan er somuleiðis eftirhugd, og allur streymur umborð er lagdur av nýggjum, umframt nógv annað. Tórshavnar Skipasmiðja hevur miðjað í móti at fáa skipið liðugt til Kongavitjanina, og tað fer at eydnast. Skipið spælir tó ikki nakran leiklut í sjálvari vitjanini, men fer at liggja í Vágsbotni, tá tey kongaligu eru har.
Væntandi verður skipið sjósett mánadagin. Tað skilst at samlaði kostnaðurin fyri umvæliningina er yvir 4 milliónir. Thorshavn er smíðað í 1941. Hóast skipið hevur havt hampiligar umstøður sum so, var ein høvuðsumvæling tiltrongd.










