Størsta tapið í 39 ár

Tað er so avgjørt ikki gerandiskostur hjá HB at fáa slíkan avsmurning, sum liðið fekk sunnudagin. Leitað vit í hagtølunum, so ljóðar staðfestingin, at vit skulu 39 ár aftur í tíðina, um finnast skal fram til eitt líknandi úrslit. Ta ferðina tapti HB 6-0 í Klaksvík. Verður tosað um dystir í Gundadali, so skal leitast nakað væl longur aftur. Sambært bókunum, sum eru útgivnar um HB, so taptu teir í 1945 10-0 móti grannunum úr B36. Gerðabókin hjá B36 veit at siga, at Herluf Mikkelsen ta ferðina skoraði átta av málunum, men har verður sagt, at dysturin var í 1948.
Í nýggjari tíð er nakað nógv longur millum stóru tapini hjá liðnum. Soleiðis er 4-0 tapi móti VB í 1989 størsta tapið á heimvølli seinastu fjórðings øldina. Í altjóða fótbólti hevur talan tó verið um okkurt skrædlið  ikki minst, tá teir í Intertoto-kappingini taptu 10-0 móti Tromsø í 1995  forrestin við núverandi B36-venjaranum, Sigfríði Clementsen, sum einum av spælarunum.