Størsta stig á sjálvstýrisleið síðan heimastýrið

At danir nú viðurkenna ómissandi og áframhaldandi sjálvavgerðarrætt føroyinga, er einki minni enn størsta stig á sjálvstýrisleið síðan heimastýrislógina, sigur Bjarni Djurholm At Yvirtøkulógin og Uttanríkispolitiska lógin nú eru sendar mannarættardeildini hjá ST, skýrir samgongan sum eitt hitt størsta stigið á sjálvstýrisleið nakrantíð.

Tað serliga áhugaverda í hesum er, at tað eru føroysku lógirnar viðmerkingarnar til lógirnar, ið danska uttanríkisráðið nú hevur sent mannnarættardeildina hjá ST.

Talan er um óredigeraðan føroyskan tekst, umsettur til enskt av embætisfólkunum hjá løgmanni, ið nú er sendur ST. Ta? merkir, at danir nú eisini vi?urkenna »ómissandi og áframhaldandi« føroyskan sjálvavgerðarrætt, sigur Bjarni Djurholm, varaløgmaður.

Tað var fyri Ólavsøku í fjør, at løgmaður sendi danska Uttanríkismálaráðnum Yvirtøkulógina og Uttanríkispolitisku lógina. Serliga yvirtøkulógin er áhugaverd, tí hon ger viðurskiftini millum Føroya og Danmark munandi einfaldari.

- Føroyingar kunnu nú yvirtaka alt tað, teimum lystir. Einasta treytin er, at vit eisini yvirtaka kostna?in av málsøkjunum. Talan er um lista við áleið 20 málsøkjum, og føroyingar velja sjálvir hvørt málsøki á listanum vit yvirtaka fyrst, sigur Bjarni Djurholm.

Undantøk eru tó í yvirtøkunum, og tey eru savnað í einum pakka, og har ver?ur neyðugt at taka alt ella einki. Týdningarmestu økini eru Uttanríkispolitikkur, trygdar- og verjupolitikkur og Hægstirættur.

Men hann leggur dent á, at við tað at danir nú hava sent føroysku lógirnar viðmerkingarnar til ST merkir eisini, at danir viðurkenna føroyskan sjálvavgerðarrætt. Og tað heldur varaløgmaður vera ikki hissini ásannn.