Størsta skomm í verðini

- Hetta er størsta skomm í verðini.

Árni Absalonsen, skipari á Varðanum, er bæði keddur og illur, eftir at eldur kom í skipið eystanfyri Fugloynna í nátt.

Eldurin er sløktur, men hvørki Brimil ella Tjaldrið eru í sigling í løtuni og sleppa tískil ikki at hjálpa Varðanum.

Samstundis hava teir mista alla orkuna og tí var einki hjá manningini at gera uttan kappa trolið og sleppa tí á havsins botn.

- Vit eru bæði illir og keddir inn á at vera komin í eina støðu, sum hesa. Tað líkist svartasta ongum, at tað er so lítil hjálp at fáa, at vit skulu noyðast at kappa trolið og lata virði fyri eina hálva millión fara fyri skeytið, serliga nú, tað gongur so illa hjá flotanum at fáa endarnar at røkka saman, sigur skiparin á Varðanum.

Hann sigur, at bæði Brimil og Tjaldrið høvdu kunnað tikið trolið inn, men nú er eingin bátur at koma teimum til hjálpar uttan bjargingarbáturin, Ziska úr Klaksvík, og hann fær onki gjørt við trolið og tí máttu teir kappa.

Tað var annars í nátt, at teir umborð á Varðanum varnaðust nógvan royk í maskinrúminum.

Teir fingu sløkt og hava skalkað alt til, men teir mistu alla orku og tí bóðu teir um sleip.

Og tað uppgávuna hevur Ziska fingið, tí onki bjargingarskip er tøkt.

Skiparin sigur, at tað er fínasta veður og at tað er als ongin vandi á ferð.

- Vit vita ikki ordiliga um talan var um eld, men roykurin var nógvur og vit mistu streymin, sigur hann.

Men vit hava tað allir gott.

- Tað einasta. Vit mangla, er kaffi. Vit eru kaffitystir nú, men hava ongan streym, at gera kaffi við, leggur hann afturat.