Størsta skip nakrantíð á Skálafjørðinum

Borgarstjórin loðsaði Zuiderdam inn tíðliga í morgun og út aftur av fjørðinum seinnapartin

Kanska var tað størsta skipið, sum nakrantíð hevur verið á Skálafjørðinum, tá ið Zuiderdam vitjaði ídag.

Hetta er ferðamannaskip, sum Holland America Line eigur. Skipið legði tíðliga í morgun at í Runavíkar havn, og tá tvífaldaðist fólkatalið. Umborð vóru sløk tvey túsund ferðafólk, og manningartalið er nakað omanfyri átta hundrað.

Skipið er 290 metrar langt og smíðað í Italia í 2002. Agentur í Føroyumer Tor Shipping í Tórshavn.

 

Tað var sjálvur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, sum klokkan fimm í morgun fór umborð á stóra skipið, sum tá var statt millum Stong og Eystnes, og loðsaði tað inn í Runavíkar havn. Skipið loysti aftur um trý tíðina seinnapartin, og tá var tað aftur borgarstjórin, sum stóð brúnni.

 

-Hetta man vera størsta skipið, sum nakrantíð hevur lagt at í Rnavíkar havn, og ivaleyst er talan um størsta skip, sum nakrantíð hevur verið á Skálafjørðinum, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

Skipað varð fyri útferðum kring oyggjarnar, og so varð skipað fyri mentanartiltaki í miðbýnum, har eitt nú Kári Sverrison, Beinir og Rani Troest Rasmussen undirhildu, og har Eysturoyar Dansifelag tók saman. Tá stóðu ferðafólkini við fartelefonunum og filmaðu.