Størsta Singer-songwriter finalan nakrantíð

Størsta singer-songwriter finalan nakrantíð verður í hølinum hjá dansifrøi leygarkvøldið. Tiltakið byrjar kl. 20, og fínalistarnar eru Tummas Larsen, Annemarie Zimakoff, Lisa í Dali, Liggjas Olsen, Sissal & Sjúrður og Alún v/Sára & Anna.

 

Gestatónleikarnar eru Lyon Hansen, Kristleif Zachariassen, Jóan Petur á Stongunum og Guðrið Hansdóttir.

 

-Alt verður tó ikki bara tónleikur, har verður skemtilig innsløg, okkurt lætt til matnað og annað, siga fyrireikararnir.

 

Aftaná vinnarin av Singer-songwriter er funnin verður konsert við Páll Finnur Páll.