Størsta rusknøgdin nakrantíð á Roskilde

Til alla lukku er talan tó um eitt positivt met.

Í ár hevur Roskilde Festivalurin nevniliga latið 1785 tons av burturkasti inn til brenning og endurnýtslu. Hetta er helvtin av nøgdini, ið varð latið inn í 2007, orsakað av ringa veðrinum seinasta ár.

 

Málið í ár var at skipa fyri reinasta festivalin. Hetta varð gjørt við átakinum ?Less Trash ? More Music?. Boðskapurin var, at færri pengar festivalurin mátti brúka til at rudda upp eftir festivalin, tess meiri kundi brúkast til tónleik.

 

Á ársins festivali varð ein burturkastinnsamlings-kapping eisini hildin, har hvør ruskposi gav eina kalda øl. Í alt fekk kappingin samlað 27 tons av burturkasti gjøgnum festivalin.