Størsta príshækking í sjey ár

Í fjør bleiv tað nógv dýrari at liva í Føroyum

 

Hetta seinasta árið er tað vorðið 1,2 prosent dýrari at búgva í Føroyum og hetta er størsta príshækking í sjey ár. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at frá 2017 til 2018 hækkaði prístalið 1,2 prosent og hetta er størsta hækking seinastu sjey árini. Men sum heild eru prísirnir hækkaðir seinastu árini, tí frá 2016 til 2017 hækkaðu prísirnir eisini 1,1 prosent.

 

Sum heild eru nógvir prísir kvinkaðir upp eftir hesa seinastu tíðina. Men tað, sum ger nógv størstan mun, er, at tað er vorðið so nógv dýrari at hava bústað, tí prísurin fyri at fáa ein bústað eru hækkaði 3,6 prosent – og har er tað serliga prísurin á brenniolju, sum ger munin, tí hann er nógv hækkaður.

 

Somuleðis er prísurin á bensini og diesel til bilar eisini væl hægri nú, tí príshækkingin hevur verið 8,3 prosent, men annars stendur prísurin á matvørum at kalla í stað, tí har hevur príshækkingin bara verið 0,4 prosent frá 2017 til 2018. Hinvegin eru prísirnir á innbúgvi, og prísirnir á samskifti, lækkaðir nakað.