Størsta popp-brakið nakrantíð

Fyrstu sjey útgávurnar fóru beinleiðis á enska tónatindin, og samanlagt eru tað bara the Beatles og Elvis Presley, sum hava havt fleiri løg ovast á ensku hit-listunum. Westlife er mest seljandi bólkurin í heiminum í hesi øldini. Og leygarkvøldið 7. august oysa teir síni mongu hits út til áhoyrarnar á Vágsbøi í Klaksvík

Tónleikur

Lat tað vera sagt beinanvegin. SummarFestivalurin fær nú sítt størsta navn nakrantíð á plakatina.
Tað kann vera, at Scorpions er ein risa aktørur í rocksøguni. At Ken Hensley átti sín stóra part av tí besta í 70’unum, meðan Roger Hodgson átti sín líka stóra part av 80’unum. At Barry Gibb hevur skrivað fleiri hitt enn tey flestu, og at Brian McFadden var ein heimsstjørna, tá hann í 2005 var í Føroyum. Men Westlife tekur altso allar hesar við fleiri bátslongdum!
Júst McFadden gjørdist ein heismsstjørna við Westlife, men meðan hansara stjørna er kámað nakað seinastu fýra árini, stendur Westlife enn sum nakað av tí størsta nakrantíð í bretskum poppi. Og tað sigur nú ikki so lítið í einum landi, sum telur Beatles, Oasis, Genesis, Cliff Richard og nógv onnur.
Tíggju ferðir hava teir givið út fløgu. Ein gjørdist nummar 3, tvær nummar 2 og hinar sjey nummar 1 á ensku sølulistunum. Og allar seldu tær platin í Bretlandi. Coast to Coast enntá seks-dupult platin.
Fyrstu sjey single-útgávurnar hjá bólkinum funnu beina leið upp á toppin á ensku hitlistunum, og tað hevur eingin gjørt fyrr. Og tað eru bara the Beatles og Elvis Presley, sum hava havt fleiri #1-hits í Bretlandi í tónleikasøguni yvirhøvur.

Simon Cowell-produkt
Simon Cowell er í dag væl kendur sum heldur speiski dómarin í American Idol. Har plagar hann í hvøssum vendingum at siga, hvat skal til hjá luttakarunum, um hesi vilja vinna seg fram á altjóða pallinum í eini bransju, har Cowell sjálvur hevur upplivað bæðia upp- og niðurtúrar.
Og júst Westlife er helst størsta succéin av øllum, sum Cowell hevur havt við at gera.
Upprunaliga var talan um írskan dreingjabólk, sum bar heitið, IOYOU , og taldi Mark Feehily, Shane Filan, Kian Egan, Derrick Lacey, Graham Keighron og Michael Garrett.
Mamman at Shane helt dreingirnar vera somikið evnaríkar, at hon setti seg í samband við Louis Walsh, sum var manager hjá Boyzone, men í fyrstu atløgu helt Simon Cowell ikki, at bólkurin var nóg góður til ein plátusáttmála. Hann segði, at broytingar vóru neyðugar, og hesar bóru við sær, at Lacey, Keighron og Garrett vórðu koyrdir úr bólkinum, og eftir fleiri auditions í Dublin vóru Nicky Byrne og Brian McFadden settir afturat bólkinum. 3. juli í 1998 skifti bólkurin navn til Westside, men tá teir komu eftir, at ein annar bólkur nýtti hetta navnið, gjørdist tað til Westlife.

Lupu bukk um restina
Gjøgnubrotið fingu teir longu sama ár, tá teir hitaðu upp, tá Boyzone og Backstreet Boys høvdu konsert í Dublin. Sama ár vunnu teir heiðurin fyri bestu framførsluna hjá einum nýggjum bólki, og eftir at fyrsta single-plátan varð send á marknaðin í mars 1999 rullaði tokið. Og tað við nógv størri ferð enn tað hjá Boyzone og Backstreet-Boys.
Swear it Again, If I Let You Go, Flying Without Wings, I Have a Dream/Seasons in the Sun, Fool Again, Against All Odds og My Love endaðu allar sum #1 í Bretlandi, og tað var ikki fyrr enn móti jólum, at Westlife sendi eina single á marknaðin, sum “bara” gjørdist #2. Hetta tí Bob the Builder við Can We Fix It hevði rakt nakað, sum eingin annar megnaði um tað mundið.
Og ikki bara seldu singlurnar væl. Fyrsta veruliga útgávan, Westlife, leyp beint inn sum #2 í Bretlandi, men merkisvert er tó eisini, at hendan vikuna eftir gjørdi størsta droppið í bretskari tónleikasøgu, tá hon fall niður á eitt 37. pláss.
Men hetta hevur tó ikki steðgað teimum. Fyrimyndirnar frá hinum stóru dreingjabólkunum vórðu skjótt lagdar aftur um bak. Hevur Westlife staðið fyri eini útgávu, so er ein kassa-succés mest sum treytaleyst við í viðførinum. Eisini hóast McFadden valdi at fara solo – og harvið einsamallur til Klaksvíkar nøkur ár undan restini.
Bleytu balladurnar, har tey flestu duga tekstirnar, eru garantur fyri framúr stemningi á framførslum teirra, og so ber illa til at ímynda sær annað, enn at málið hjá SummarFestivalinum við sangbærum tónleiki í høgari góðsku aftur hevur funnið eitt plettskot.