Ein føroyingur í tríatiárunum er skuldsettur í einum sjáldsama grovum og umfatandi máli um barnaorno. Tað skrivar Sosialurin, sum er í blaðsølunum nú hetta vikuskiftið.
Akkurát nær málið kemur fyri í rættinum er ikki heilt greitt enn. Men maðurin er skuldsettur fyri at hava yvir 138.000 myndir og filmar við barnaporno, og hann er eisini skuldsettur fyri at hava sent – og fyri at hava roynt at sent– barnapornografiskt tilfar víðari til onnur.
Eftir skuldsetingini er hetta farið fram í eitt langt tíðarskeið og fleiri førum er eisini talan um myndir og filmar, sum eru av serliga álvarsligum slagi við myndum og filmum av monnum, sum neyðtaka smábørn, og har tað eisini sæst, at børnini líða, umframt at mett verður, at lív og heilsa hjá barninum er í vanda.
Sostatt er hetta mest umfatandi mál um barnaporno, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, skrivar Sosialurin, sum hevur nógv meiri um málið.