Størsta ljóðanlegg nakrantíð

Rockbólkurin Rammstein fór við anlegginum, sum Summar Festivalurin ætlaði sær í ár, men ístaðin varð eitt enn størri anlegg leigað til festivalin hesaferð. Ongantíð hevur so nógv rástyrki og kraft verið í ljóðanlegginum á Summar Festivalinum, sum tað verður í ár. Tað er ikki tí, anleggini, sum hava verið undanfarin ár, hava sanniliga verið stór og sterk, men serligar umstøður høvdu við sær, at Summar Festivalurin í ár hevur sítt størsta ljóðanlegg nakrantíð.

 

Áðrenn nakar visti av var anleggið, sum skuldi koma til Summar Festivalin í ár, leigað til eina konsert hjá týska rockbólkinum Rammstein.

 

Summar Festivalurin mátti tí leiga eitt annað anlegg, og tað gjørdist eitt enn størri ljóðanlegg, sum er tað størsta, ið nakrantíð hevur verið á Summar Festivalinum. Partur av útgerðini kemur úr Hollandi, og sambært tøkningunum, sum varða av ljóðinum á Summar Festivalinum, verður talan um eitt framúr gott anlegg.

 

Umframt ljóðið verður eisini hugsað ljós og myndir, og aftur í ár verður stórskíggi settur upp, so fólk kunnu, sum ikki standa heilt nær, kunnu fáa nærmyndir av pallinum.