Rannvá G. Fossaberg
Seinastu dagarnar hava ikki verið heilt vanligir fyri 12 ára gamla Tór Rasmussen og familju hansara, sum búgva í Havn. Ungi havnardrongurin hevur verið við í fleiri av teimum størstu útlendsku fjølmiðlunum, eftir at hann fríggjakvøldið fekk fótbóltsshortsið, sum svenski áleyparin Zlatan Ibrahimovic var í undir dystinum millum Føroyar og Svøríki fríggjakvøldið.
- Eg havi bert eina hetju, og tað er Zlatan, sigur ein ovurfegin Tórur Rasmussen, sum alt vikuskiftið hevur gingið í tí bláa shortsinum við stóra 10 talinum.
Vildi ikki rætta Zlatan
Tað var beint eftir, at dómarin hevði bríkslað dystin av, at Tórur Rasmussen, sum var bóltdrongur, skundaði sær yvir til Zlatan. Men tað var ikki shortsið, sum Tórur Rasmussen bað um at fáa.
- Eg spurdi hann á enskum, um eg kundi fáa troyggjuna, samstundis sum eg hálaði í mín egnu troyggju, soleiðis at hann skuldi vita, hvat eg meinti við, greiðir Tórur Rasmussen frá. Men Zlatan misskilti spurningin hjá bóltdronginum.
- Hann segði við meg “yes, you can have my shorts”. Eg tímdi ikki ordiliga at rætta hann, so eg lat hann bara fara úr shortsunum, sigur Tórur Rasmussen. Hóast Tórur Rasmussen hevur sæð stjørnuspælaran fleiri ferðir í sjónvarpi, í bløðum og á internetinum, var tað ikki heilt tað sama at standa andlit til andslits við Zlatan.
- Hann var øgiliga høgur, og so var hann ikki líka myrkur í húðini, sum eg helt hann var. Annars sá hann púra vanligur út, greiðir Tórur Rasmussen frá.
Zlatan er tann størsti
At Tórur Rasmussen er Zlatan fjeppari um ein háls, er als eingin ivi um. Umframt at fylgja væl við í øllum dystum, sum Zlatan spælir, so hevur Tórur Rasmussen eisini lisið ævisøguna um svenska fótbóltstalentið.
- Tá vit fóru at ferðast í vár, hevði eg bókina “Jeg er Zlatan” við mær. Mær dámar bókina so mikið væl, at foreldrini hava lisið hana fyri mær um kvøldarnar, áðrenn eg fari í song, greiðir Tórur Rasmussen frá. Áðrenn dystin fríggjakvøldið ivaðist hann í, um hann skuldi taka bókina við á Tórsvøll, soleiðis at Zlatan kundi signerað hana, men tað bleiv ikki til nakað.
- Eg tók bara ein penn og eitt pappír við mær, tí eg helt ikki tað vera so smart at hava eina stóra bók uppi á mær. Tað regnaði fríggjadagin, so eg tímdi ikki at taka bókina við, sigur Tórur Rasmussen.
Hann hevur sjálvur spælt fótbólt, síðani hann var fýra ára gamal, og í dag spælir hann við B36. Allir hansara liðfelagar í B36 og aðrir vinmenn eru ikki sørt ernir av, at teir kenna drongin, sum fekk shortsini hjá Zlatan.
- Teir halda tað vera kul og awesome og eru glaðir mína vegna. Onkrir hava eisini sagt, at nú eri eg ordiliga kendur, fortelur Tórur Rasmussen við einum skálkabrosi.
Fer at gera tað aftur
Vinmenninir hjá Tóri Rasmussen fara heldur ikki heilt skeivir, tá teir siga, at Tórur Rasmussen nú er blivin kendur. Leitar mann á internetinum eftir navninum hjá honum koma ein rúgva av greinum fram, har 12 ára gamli Zlatan fjepparin verður nevndur og endurgivin. Søgan um føroyska bóltdrongini, sum fekk shortsið hjá Zlatan, hevur verið í avísum, bløðum og á heimasíðum í eitt nú Týsklandi, Svøríki, Danmark, Italia, Fraklandi og aðrastaðni.
- Tað er eitt sindur løgið at lesa um seg sjálvan á internetinum, men samstundis er tað eisini stuttligt, sigur Tórur Rasmussen, sum seinastu dagarnar brádliga hevur fingið metnógvar vinarumbønir á Facebook.
- Leygardagin hevði eg knappliga eina 50 vinarumbønir á Facebook, og tað blíva við at koma fleiri, fortelur Tórur Rasmussen, sum í samráð við foreldrini bert góðtekur vinarumbønirnar frá øðrum børnum.
Tá Føroyar aftur spæla landsdyst ímóti Írlandi í annaðkvøld, verður Tórur Rasmussen við aftur sum bóltdrongur. Sambært reglunum er ikki loyvt bóltdreingjum at fara út á vøllin at spyrja um eitt nú autograf ella troyggju, men ungi Zlatan fjepparin ætlar sær at gera enn eina roynd at fáa eina troyggju týskvøldið.
- Eg haldi, at eg fari at hyggja eftir, hvør klárar seg best í dystinum og hevur besta teknikkin, og so fari eg at spyrja viðkomandi um troyggjuna, sigur ein ovurfegin Tórur Rasmussen.