Arbeitt hevur verið við bygging av nýggjum og dagførdum frítíðarskúla í Nes kommunu. Komandi ár eru 7,5 milliónir krónur settar av til arbeiðið. Samlaði kostnaðurin er mettur til 12,5 milliónir krónur. Byggingin verður liðug í 2020, skrivar kommunan á heimasíðuni.
– Kommunan fer í 2020 at halda fram við at gera økið á Kneysum og fram við Heygsvegnum byggiklárt til íbúðarbyggingina. Í økinum verða fýra íbúðarbygningar við 34 íbúðum. Arbeiðið við útstykkingini Undir Høganesi, sum er í gongd, verður gjørt liðugt í 2020. Avsett er 3,0 milliónir krónur (netto) til byggibúning við meira, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu.
Peningur er avsettur til Ídnaðarøkið við Rætt og til bátahylin, íalt 2,7 mió. kr. Ætlanin er at halda fram við at útbyggja Ídnaðarøkið við Rætt, samstundis sum ætlanin er at útbyggja og dagføra økið við bátahylin í Oyrunum. Peningur er millum annað avsettur til at fáa inn uppskot til, hvussu økið við bátahylin skal útbyggjast og dagførast.
Svimjihylurin í Tofta skúla, sum er frá 1981, verður í 2020 høvuðsumvældur, so hann lýkur nútíðar krøv. Í 2018 og 2019 er nýtt tøknirúm bygt og nýggj tøkniútgerð er sett upp og tikin í nýtslu. 3. og seinasta stigið er at høvuðsumvæla svimjihylin. 1,4 milliónir krónur eru settar av til hetta arbeiðið.
Eisini er peningur settur av til Roðan, Økistænastuna. Peningurin skal nýtast til umbygging av Røktar- og Ellisheiminum, sum millum annað hevur við sær, at teir báðir køkarnir verða ein køkur, Heimarøktin flytur úr kjallaranum í Heilsudeplinum niðan á Røktar- og Ellisheimið, nýggj umsitingahølir verða gjørd og svimjihylurin, sum ikki hevur verið brúktur í áleið 10 ár, letur uppaftur. Samlaði íløgukostnaðurin hjá Roðanum er mettur til 13,7 milliónir krónur, sum verður býttur yvir tvey fíggjarár. Parturin hjá Nes kommunu í 2020, sum verður býttur eftir íbúgvartalinum eldri enn 67 ár, er 1,4 milliónir krónur.
##med2##
Skattaprosentið óbroytt
Skattaprosentið verður óbroytt, 20,5 prosent, og barnafrádrátturin er óbroyttur 5.500 krónur. Ansingargjøldini vera eisini óbroytt.
Nettoinntøkan fyri 2020 er mett til 60,4 milliónir krónur í mun til 54,8 milliónir krónur (v/eykajáttan), sum er metta inntøkan fyri 2019. Ein hækking uppá 5,6 milliónir krónur, ella 10,2 prosent.
Rakstrarkostnaðurin fyri 2020 er mettur til 51,4 milliónir krónur í mun til 48,5 milliónir krónur (v/eykajáttan), sum er metti kostnaðurin fyri 2019. Ein hækking uppá 2,9 mió. kr., ella 6,0 prosent.
Sum nakað nýtt, ætlar Nes kommuna at bjóða øllum ungum, ímillum 6 og 18 ár, eitt frítíðarkort. Frítíðarkortið, verður eftir ætlan eitt ognarkort á 2.000 krónur árliga, sum kann nýtast til skipað frítíðar-, ítróttar- og mentanartilboð. Avsett er 0,5 milliónir krónur, sum er metti árligi kostnaðurin av hesi skipan.
Rakstrarúrslitið verður sostatt eitt avlop áðrenn íløgur á 9,0 milliónir krónur.
Ætlanin er at gera íløgur í 2020 fyri 19,1 milliónir krónur netto.
Taka 14 milliónir krónur í lán
– Í fíggjarætlanini er roknað við, at vit taka lán fyri 14 milliónir krónur, og at afturgjaldingin av skuld er 3,2 milliónir krónur. Í løtuni er nettoskuldin niðanfyri hálva skattaálíkning. Tá ið ætlaðu íløgurnar eru gjørdar, er nettoskuldin komin uppá eina ¾ skattaálíkning, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri.
Fíggjarætlanin skal hava triðju viðgerð, og verður endaliga góðkend, á komandi bygdaráðsfundinum tann 25. november 2019.