Størsta karnivalgongan nakrantíð

Skrúðgongan á eystanstevnu hevur seinastu árini verið skipað, sum ein karnivalgonga. Í ár verður einki undantak í so máta, tó í ár verður leisturin øðrvísi.

Hini árini hava tað verið ítróttarfólk, sum hava mannað karnevilgonguna á Eystanstevnu. Í ár er hetta broytt. Fyrireikarnir ynska, at øll, ið hava tíð og hug sleppa at verða við til karnivalgonguna. Fyrireikarnir hava valt lond sum tema hesaferð, og ætla fyrireikarnir, at tey sum taka lut lýsa evnið við fløggum, búnum og øðrum, sum ímyndar tey ymisku londini í heiminum.

Fyrireikarnir heita á fólk um at møta í ítróttarhøllini í Runavík klokkan 18 í kvøld. Klokkan 19 kemur so karnivalgongan inn á stevnuøkið við býráðshúsini í Runavík.

Tað verður nýggi mentanarleiðarin hjá Runavíkar Kommunu, Sølvi Reinert Hansen, sum setir eystanstevnuna 2011.