Størsta hending at gerast bygdarráðslimur

- Eg keypi ikki fýrverk longur, men keypti og skeyt nógv fyrr, sigur Eyðun Hansen í Vestmanna,

 

- Eg fari at halda nýggjár Úti á Bakka Vestmanna saman við vinum, fýrverki og tí, sum har til hoyrir. Eg keypi ikki fýrverk longur, men keypti og skeyt nógv fyrr.

 

Tað sigur Eyðun Hansen í Vestmanna, sum á kommunuvalinum hin 8. november varð valdur í bygdarráðið í Vestmanna.

 

- Mín besta uppliving í 2016 var, tá konan og eg saman við einum vinarpari vóru á Malta í 14 dagar. Størsta hending í árinum var, at eg varð valdur inn í kommununa júst sama dag, sum vit komu aftur av Malta.

 

Eyðun Hansen heldur, at størsta vónbot í árinum var, at B36 ikki vann FM.

 

- Eg havi sett mær fyri at gera nógv í 2017, men tað fari eg at hava fyri meg sjálvan, sigur Eyðun Hansen, sum ynskir øllum Føroya fólki eitt gott nýggjár.