DANMARK: Um fá ár verður tað púra ljóðleyst og við minst møguligum útláti av vandamiklum bitlum, at størsta hýruvognsstøðin í Danmark - 4x35 - sendir ein hýruvogn til mongu kundar sínar í Stórkeypmannahavn.
Taxa 4x35 miðar eftir at sleppa sær av við dieselslúkararnar sum teir stóru Mercedes-bilarnar, og ístaðin keypa umhvørvisrættar- og bíligari - elbilar til hýruvognskoyringina, skrivar Ingeniøren.
- Vit ætla at skifta allan flota út við elbilar innan 2020, og tí eru vit farin undir hesa verkætlanina, sigur stjórin í Taxa 4x35, Niels Kaae.
Hann sigur, at hann er greiður yvir, at neyðugt verður við nøkrum justeringum á leiðini, og at Taxa 4x35 tí hevur biðið ráðgevingarfelagið EA Energianalyse um at vera teimum til hjálpar, skrivar sev.fo.
Felagið hevur fyribils fingið 600.000 kr. frá Orkustýrinum til innleiðandi stigini, men longu frá apríl næsta ár er ætlanin, at Taxa 4x35 skal hava 30 el-hýruvognar á gøtunum í Keypmannahavn.