Størsta grind síðan 2004

Grindin, sum varð hildin til á Fuglafirði í gjár, er tann størsta grindin seinastu tíggju árini.

Í gjár vóru 267 hval hildnir til, og so stór grind hevur ikki lagt beinini, síðan grindina í Bø tann 8. juni 2004. Tað vísir yvirlitið, sum Kári Thorsteinsson, fyrrverandi sýslumaður í Eysturoynni og núverandi økisleiðari í Norðoyggjum, hevur á heimasíðu síni, sum eitur www.heimabeiti.fo.

Hetta er ivaleyst mest fullfíggjaða yvirlit yvir grindir, sum eru hildnar til í Føroyum, og yvirlitið sigur, at grindin í Fuglafirði er tann størsta, tá tað snýr seg um tal av grindahvalum hesi seinastu tíggju árini.

Hinvegin er tað hent fleiri ferðir, at hvalirnir hava verið størri í miðal.

Tá liðugt var at merkja í Fuglafirði í gjár var samlaða talið 1.891 skinn, sum gevur eina miðalstødd uppá 7,1 skinn pr. hval, og tað er hent fleiri ferðir, at tað hava verið fleiri skinn enn tað vóru í hesari seinastu grindini. Tá skulu vit bara aftur til tann 19. juli 2010, tá 228 hval løgdu beinini í Klaksvík. Ta ferðina vóru merkt 1.945 skinn, sum geva eitt miðaltal uppá 8,5 skinn pr. hval.