Størsta framsýningin nakrantíð

Sum siður er, so hevði Føroya Heimavirkisfelag søluframsýning um vikuskiftið.
Hesaferð var framsýningin størri enn nakrantíð áður við umleið 150 framsýnarum í Høllini á Hálsi

Mest bundið, men eisini málningar og annað ítrív varð víst fram í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum.

Talið av vitjandi var eitt sindur lakari í ár enn undanfarin ár.

- Umleið 1000 fólk komu á gátt, sigur Maiken Hammer, formaður í Føroya Heimavirkisfelag.

Sølan hjá framsýnarunum gekk hampuliga, men Maiken sigur, at tað merkist at fólk ikki hava líka nógvan pening um hendi sum áður.

Søluframsýningin hevur yvir 15 ár á baki og er vaksin fyri hvørt ár.