Størsta fráflyting síðan kreppuna

Í august mánaði, sum vanliga er tann størsti fráflytingarmánaðin, fluttu heili 595 fólk av landinum. Nettofráflytingin er tann størsta síðan kreppuárini

Fólkaflyting

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Ógvuslig fráflyting var í august mánaði. Hesin mánaðin er vanliga tann mánaðin á árinum, har flest fólk flyta av landinum, men í ár eru serliga nógv farin av landinum.

Í august mánaði fluttu 595 fólk av landinum, meðan 189 fólk fluttu til landið. Hetta er ein nettofráflyting á 406 fólk.

Hetta er tann størsta fráflytingin síðan kreppuárini frá 1992 – 1994, tá nettofráflytingin var ávikavist 472, 595 og 640 fólk, og tann fjórðstørsta nettofráflytingin, sum er skrásett.

Síðan 2006 hevur talið ligið millum 232 og 261.

Harafturat var burðaravlopið negativt við fimm fólkum. Tað vil siga at tað vóru fimm fleiri deyð, enn tað vóru fødd. Hetta er aðru ferð síðan fýrsini, at burðaravlopið hevur verið negativt í einum mánaði, fyrstu ferð var í januar 1999, tá tað var negativt við einum.

Sostatt minkaði fólkatalið við 411 fólkum í august 2009, og tann 1.september búðu 48.603 fólk í landinum, sum er 132 færri enn á nýggjárinum, tá vit vóru 48.753 fólk í landinum.

Burðaravlopið frá nýggjárinum til 1. September er 136 fólk.