Størsta flogbóltskapping nakrantíð á Giljanesi

Flogbóltur, yngri deildir: Komandi vikuskifti verður flogbóltskapping fyri yngri deildir á Giljanesi og í Sørvági og ongantíð áður hava so nógv lið verið við í kapping hjá Drátti

Tað sær eftir øllum at døma út til at føroyskur flogbóltur hevur gott í væntu. Árliga verður skipað fyri trimum kappingum fyri yngri deildirnar, og eftir at luttakaratalið hevur verið á veg niðureftir í nøkur ár, so er tað rættuliga eksploderað í ár.

Tá kappingin fyri yngri deildirnar var í Klaksvík fyri stuttum vóru millum 60 og 70 lið við, og nú Dráttur skipar fyri kapping fyri yngri deildir, boða tey frá størsta luttakaratalið nakrantíð.

Ikki færri enn 76 lið hava teknað luttøku og tað er heilt einfalt met!

Seinasta ár vóru 63 lið við í kappingini vesturi í Vágum, men tað sær út til at tað er ein rimmar framgongd í føroyskum flogbólti.


Fuglafjørður og Kollafjørður

Tað eru serliga tvey støð í landinum, sum er orsøkin til tað heilt stóru framgongdina. Fuglfirðingar hava staðið seg framúr væl í meistaradeildini hjá monnum í ár, og tað hevur eftir øllum at døma kasta gott av sær, tí nú hava teir lið í næstan øllum bólkum.

Seinasta kappingarár høvdu kvinnurnar úr Fuglafirði trupult við at manna lið, og at enda tóku tær liðið úr kappingini, men hanga øll tey ungu við í nærmastu framtíð, so eru útlitini fyri, at kvinnuflogbóltur aftur verður á skránni í Fuglafirði, og tað skulu tit eiga takk fyri!

Í Kollafirði er eisini gongd komin á flogbóltin aftur. Liðið er um at spæla seg í meistaradeildina aftur, og tað hevur eisini givið yngru kollfirðingunum hug at spæla flogbólt aftur.


Á Giljanesi og í Sørvági

Tað at so nógv lið hava meldað til, hevur givið fyrireikarunum ein trupulleika, sum teir hóast alt eru fegnir um.

Í høllini á Giljanesi eru tríggir vallir umframt gomlu fimleikarahøllina. Hetta er kortini ikki nóg mikið til at kunna avgreiða allar dystirnar og tí hava fyrireikararnir gjørt av, at dreingir 12 skulu spæla allar sínar dystir í Sørvági.

Men eftir tí, sum skilst á fyrireikarunum í Vágum, so hava tey einki pettið ímóti at hava fingið henda trupulleika, harafturímóti eru tey fegin um at so nógv lið hava teknað luttøku.


Tvífalt so nógv gentulið

Tað er nú ikki bara tað stóra luttakaratalið, sum er sermerkt fyri kappingina á Giljanesi í ár.

Av teimum 76 liðunum, sum hava boðað frá luttøku eru ikki færri enn 50 gentulið og 26 dreingjalið.

Hetta er eitt rættuliga sjáldsamt býtið, og tað má verða langt síðan, at kvinnurnar hava havt so greiða yvirvág til nakra kapping í Føroyum, men sum nevnt frammanfyri, so merkir tað eisini, at tað sær bjart út fyri kvinnuflogbóltinum í Føroyum.

Tað bilar ikki so nógv, tí í nógv ár hevur føroyskur kvinnuflogbóltur staðið í stað, uttan at hava ment seg stórvegis.

Annars er luttakaratalið í teimum ymsu aldursbólkunum hetta: Gentur 12 ár ? 20 lið, dreingir 12 ár ? 10 lið, gentur 14 ár ? 13 lið, dreingir 14 ár 4 lið, gentur 16 ár ? 9 lið, dreingir 16 ár ? 4 lið, kvinnuunglingar 8 lið og mansunglingar 6 lið.