Størsta ferðamannaskipið á Klaksvík

Havnaløgini í Klaksvík og nýggju Norðhavnini teljast millum bestu atløgupláss í landinum. Her hava nógv skip ligið og í 2012 fær Klaksvíkar Havn serstaka vitjan. Sambært teim upplýsingum sum fram eru komnir, kemur ferðamannaskipið Eclipse á vitjan í Klaksvík á sumri næsta ár.

- Hetta er størsta ferðamannaskip sum nakrantíð hevur lagt at í Klaksvík, verður upplýst.

Sum skilst fær Klaksvíkar Havn eisini vitjan at ferðamannaskipi í summar. Tá fer nevniliga ferðamannaskipið Saga Ruby at vitja her tvær ferðir, bæði í juni og aftur í august.

Umframt hetta finst nógv virksemi her, sum er knýtt at fiskivinnuhøvuðsstaði okkara, her skip koma inn at avskipa og ferma gjøgnum árið.