Virðisbrævamarknaðurin í New York stongdi í dag við størsta falli í kursinum upp á ein dag síðani fíggjarkreppuna í 2008.
Tey trý stóru indeksini fullu við meira enn sjey prosentum.
Ídnaðarindeskið Dow Jones endaði við einum falli upp á 7,8 prosent, og breiða S & P 500-indeksið fall við 7,6 prosentum, meðan tøkniindeksið Nasdaq fall við 7,3 prosentum.
Partabrævakursirnir á virðisbrævamarknaðinum í New York lótu upp í morgun við einum so stórum falli, at tað útloysti eina mekanismu, sum steðgaði øllum handli í eitt korter.
##med2##
Tað stóri partabrævafallið kemur eftir eitt fikuskiftið við bæði størri spreiðing av coronavirusinum, men ikki minst eisini av prískrígnum á oljumarknaðinum millum Russland og Saudi-Arabia.
Tað hevur millum annað ført til stórt fall hjá oljufeløgum sum amerikanska Exxon Mobil.
/ritzau/Reuters