Størsta føroyska ítróttarhendingin

Forsetin í Ítróttasambandi Føroya er ikki í iva um, at Oyggjaleikirnir eru størsta hendingin hjá føroyskum ítróttafólkum

 

Oyggjaleikir


Fyri ÍSF-forsetan, Heðin Mortensen, tykist eingin at vera, tá vit spyrja hann um, hvat Oyggjaleikirnir hava at siga fyri menningina av føroyskum ítrótti.

- Eg vil siga tað soleiðis, at verður tosað um føroyskum ítrótti sum heild, so er hetta tann størsta ítróttarliga avbjóðingin, sum ítróttafólk okkara hevur.

- Einstakar ítróttagreinar hava sjálvandi vaksið seg somikið stórar, at tær royna seg í størri kappingum, men fyri breiddina í ítróttini er hetta avgjørt tann størsta avbjóðingin.

- Her sleppa ítróttafólkini at royna seg í kapping við 20 aðrar tjóðir ? ella oyggjasamfeløg ? og hetta er tann einstaka kappingin, sum flestu ítróttafólkini síggja fram til at uppliva á øðrum hvørjum ári.

- Samanum tikið er talan um nógv tað størstu ítróttarhendingina fyri Føroyar. Tað eri eg ikki í iva um, sigur Heðin Mortensen.

- Hetta sæst eisini aftur í tí, sum fólk lurta eftir, hyggja at og lesa um, hvat ítrótti viðvíkur. Her er áhugin ongan tíð so stórur, sum tá talan er um Oyggjaleikir.


Onnur síggja eisini

Um føroysku luttøkuna á Oyggjaleikunum sigur Heðin annars, at hetta er nakað, sum Ítróttasambandið alla tíðina hevur satsað nógv uppá.

- Vit tóku lut alt fyri eitt, og líka síðani fyrstu leikirnar, hava vit verið í ovara endanum av luttakandi londunum.

Heldur ikki ivast ÍSF-forsetin í, at leisturin, sum Oyggjaleikirnir verða skipaðir eftir, er hin rætti.

- Hetta er eitt tiltak, sum er vorðið størri fyri hvørja ferð, og tað sæst eisini aftur í, at undirtøkan frá øðrum smátjóðum gerst alsamt størri. Hetta ger so eisini, at krøvini til íðkararnar herðast fyri hvørja ferð, og tað er einki at ivast í, at allir íðkararnir hava gjørt nógv við fyrireikinginar.

- Eg kann til stuttleikar nevna, at vit í ÍSF sum kunnugt eisini taka lut í norðurlendskum samstarvi. Tá vit hava havt fundir í Nordisk Fælleskomitee, hava hini Norðanlondini altíð sýnt Oyggjaleikunum sera stóran áhuga.

- Tað er tá soleiðis, at ymsu ítróttarsambondini skulu leggja frágreiðingar fram fyri, hvat tey hava fingist við í farna árinum, og her hevur luttøkan hjá okkum í Oyggjaleikunum vakt stóran ans, so tað er so avgjørt ikki bara innan smátjóðirnar, at fólk eru varug við Oyggjaleikirnar. Tey størru fylgja so avgjørt eisini við, hvat hendir í so máta.


Góð umboðan

Heðin verður sjálvsagt við í ferðalagnum, sum fer til Isle of Man, og sjálvur tykist hann spentur um, hvussu fer at gangast hjá føroysku íðkarunum. Eisini hóast vit ikki beinleiðis spurdu, hvørjar vónir hann hevur til úrslitini.

- Sum sagt, so er hetta ein stór avbjóðing hjá ítróttafólki okkara, og eg eri onga løtu í iva um, at tey øll fara at gera sítt besta, samstundis sum tey fara at umboða Føroyar á ein virðiligan og sømiligan hátt, sigur Heðin Mortensen at enda.