Størsta einstaka íløgan nakrantíð

Seinnapartin mánadagin skrivaði Føroya Tele undir tríggjar sáttmálar við veitarar, um at leggja nýggja fjarskiftiskaðalin SHEFA-2 millum Føroyar og Skotland umvegis Hetland og Orkneyoyggjarnar. Hetta verður gjørt fyri at tryggja framtíðar samskiftistørvin, og er størsta einstaka íløgan hjá Føroya Tele nakrantíð

Føroya Tele byrjaði ársins triðju viku við at skriva undir ikki færri enn tríggjar sáttmálar, sum eru grundarlag fyri størstu einstøku íløguna hjá Føroya Tele nakrantíð. 120 milliónir krónur kostar tað at leggja kaðalin frá Føroyum til Skotland umvegis Hetland og Orkneyoyggjarnar.
Føroya Tele hevur í rúma tíð arbeitt við fyrireikingunum í verkætlanini. Gongst sum ætlað verður 730 kilometrar langi kaðalin liðugur og klárur í summar, og so tikin í nýtslu í oktober í ár.

Avloysarin til Cantat-3
Í mars 2004 varð FARICE fjarskiftiskaðalin, sum er kaðalsambandið úr Íslandi til Føroyar og so víðari til Skotlands, tikin í nýtslu. Síðani FARICE kaðalin varð lagdur, er tørvurin á samskiftisorku, t.d. breiðbandsnýtslu, nógv øktur. Tað er ein sannroynd, at tørvurin bara fer at vaksa í framtíðini, og tí ásannar Føroya Tele, at støðugt og álítandi samband til útheimin er alneyðugt, sum tað verður sagt í tíðindaskrivinum, sum er sent út til miðlarnar.
Um FARICE kaðalin verður óvirkin, so er fjarskiftisorkan á CANTAT-3, sum er álitið, tá FARICE kaðalin ikki riggar, alt ov lítil til at nøkta samskiftistørvin til og frá Føroyum.
Haraftrat hevur kaðalslitið á CANTAT-3 í løtuni víst vaksandi váða, við ikki at hava eitt gott og trygt sjókaðalsamband aftrat FARICE kaðalsambandinum.
Tí er neyðugt við einum við tryggum og álítandi kaðali aftrat, og tað skal SHEFA-2 vera, siga tey í Føroya Tele.

Nøktar tørvin fyri nógv ár
Í oktober hava Føroyar so aftur tvey dygdargóð fjarskiftissambond við útheimin. Kaðalin, sum er Føroya Tele eigur fullkomiliga einsamalt, tryggjar at uttanlandssamskiftistørvurin hjá føroyingum verður nøktaður nógv ár framyvir.