Størsta byggiskandala í øldini

Poul Mohr, skipasmiðjustjóri, er í øðini inn á, at Gamla Hospital nú er sett upp tvørtur um vegin til skipasmiðjuna

? Eg haldi, at tað kann metast sum ein tann størsta byggiskandalan í heiminum, at eitt gamalt og rotið hús verður kroyst inn á eitt arbeiðspláss við 150 stravsfólkum. Eitt tíðlíkt arbeiðspláss er nevniliga stórt eftir føroyskum mátistokki, og tað er nógv fyri, at vit ikki kunnu fáa arbeiðsfrið, tí eitt slíkt hús skal varðveitast.

Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, er ikki sørt argur inn á, at Gamla Hospital nú er flutt, so tað stendur mitt fyri eystara vegin til skipasmiðjuna.

? Reynið er fult av gomlum húsum, og tí havi eg alla virðing fyri. Men eg haldi, at vit eiga at halda tey gomlu húsini úti á Reyni. Tað ber jú ikki til at liva av at varðveita gomul hús, sigur skipasmiðjustjórin.

Poul Mohr vísir á, at vit mugu lata vinnuna fáa frið at menna seg, tí tað er henni, vit skulu liva av. Tískil heldur hann tað vera eina av størstu byggiskandalum í heiminum, at eitt gamalt og rotið hús verður flutt soleiðis, at tað forðar arbeiðinum á skipasmiðjuni.