Størsta avbjóðingin hjá dómaranum

Walisiski dómarin fer á Svangaskarði at royna seg fyri fyrstu ferð í europeisku liðkappingini

Tað er 28 ára gamli Iwan Arwel Griffith úr Wales, sum í kvøld verður dómari, tá ið NSÍ á Svangaskarði fer at spæla ímóti Dinamo Minsk.

Hann dømir í bestu walisisku deildini.

Hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at Iwan Griffith fer at royna seg sum 23. maður í europeisku liðkappingunum. Fyrst í hesum árinum varð hann útnevndur at vera FIFA dómari.

 

Fyrstu royndirnar í altjóða kapping vóru í mars, tá ið hann dømdi tveir dystir í U-17 undankapping. Annar var millum Finnland og Turkaland, og hin var millum Turkaland og Armenia.

Í fyrraárið dømdi Iwan Griffith ein dyst í íslendsku landskappingini. Hann var millum Valur og Fylkir í Reykjavík.

 

Dysturin millum NSÍ og Dinamo Minsk verður á Svangaskarði. Iwan Arwel Griffith fer at bríksla fyrstu ferð klokkan 18.30.

Fyri einari viku síðani endaði dysturin í Minsk 2-1 til heimaliðið. Petur Knudsen, sum varð innskiftur í seinna hálvleiki, minkaði fram ímóti dystarenda um munin. Harvið skoraði hann týdningarmikla útivallarmálið, sum kann fara at vísa seg at vera ógvuliga týdningarmikið fyri møguleikan hjá NSÍ at spæla seg víðari í kappingini.