Tíðindafundur hevur verið í Naddoddaneystinum um Salt verkætlanina, og í tí sambandi segði Ólavur Rasmussen, at størsta avbjóðingin er at hýsa gestum.
Salt verkætlanin er farin í ein sjarmuoffensiv og hevur í tí sambandi bjóðað miðlunum til tíðindafund á Tvøroyri.
Orsøkina sigur verkætlan Salt vera, at teir vilja greiða miðlunum og Føroya fólki frá øllum ivamálum við verkætlanini.
Eisini greiddi Ólavur Rasmussen frá um verkætlanina sum so og hvørji tiltøk møguliga koma at verða í Saltsiloini.
Í samrøðu við Rás2 á miðdegi viðgekk Ólavur Rasmussen, at størsta avbjóðingin hjá verkætlanini er at hýsa fólki, um tey valfara í stórum tali til tiltøk í Saltsiloini. Hann helt, at tað krevur nýggj hotel og aðrar formar at innivist.
Á tíðindafundinum greiddi Alber Isfeldt, arkitektur, frá, hví tað var so umráðandi, at varðveita Saltsiloina. Hann segði, at bygningshátturin er heilt einastandandi fyri norðurlendska bygging.
Meira seinni.