Størsta akvarium í Evropa, Norðsjóvarsavnið, í Hirtshals er illa farið av eldsbruna. . Týskvøldið klokkan seks kyknaði eldurin og ikki fyrr enn á midnátt eydnaðist tað sløkkliðsmonnunum úr norðurjútlandi at basa stóreldinum.
Heili trettan sløkkiliðsbilar komu alt fyri eitt á savnið, men stutt eftir klokkan seks týskvøldið var høvuðsbygningurin í ljósum loga, men sløkkisliðmenninir fingu bast eldinum, so hann ikki breiddi seg til hinar bygningarnar.
Mikumorgunin vóru bjargingarfólk framvegis ikki komin inn í bygningin, og tí bar ikki til at siga nágreiniliga, hvussu stórur skaðin á Norðsjóvarsavnið er.
Tað er kortini greitt, at stórur partur av savninum er oyðilagdur av eldinum. Størsta perlan á savninum, akvariumið, er eisini illa farið. Størsta uppgávan í løtuni er at bjarga teimum 4000 fiskunum, sum halda til í størsta akvariuminum í Evropa.
Ivasamt
Føroyskar keldur í Hirtshals, sum Sosialurin hevur havt samband við, siga, at tað framvegis er rættiliga ivasamt, um tað fer at eydnast at bjarga teimum mongu fiskunum.
Nógvi hitin hevur gjørt, at eitt hol er komið í akvariumið, og tí er óttið fyri, at rúturin ikki fer at halda ímóti stóra vatntrýstinum. Poul H. Pedersen, stjóri á Norðsjóvarsavninum sigur við BT, at hann óttast, at stóra akvariumið ikki fer at halda, og tískil fara tey mongu fiskasløgini í akvariuminum fyri skeytið.
Tað er um 1000 ymisk fiskasløg í akvariuminun, so tað er eitt rættiliga stórt virði, sum fer til spillis, um tað ikki eydnast at bjarga teimum 4000 fiskunum.
Millum fiskasløgini á Norðsjóvarsavninum eru eitt ótal av ymiskum pelagiskum fiskasløgum og ymisk hávasløg.
Møguliga hondverkarar
Vakthavandi á løgreglustøðini í Hjørring sigur, at stóreldurin í Norðsjóvarsavninum kann verða óbeinleiðis íbirtur av nøkrum hondverkarum, sum arbeiddu í bygninginum seinnapartin týsdagin. Hann vísir til, at hondverkararnir nýttu vinkulslíparar og lakeraðu gólv, og tað kann verða orsøkin til, at eldur kyknaði um seks tíðina týskvøldið.
Borgmeistarin í Hirtshals, Knud Størup, er sum vera man sera harmur um brandin. ? Flaggskipið, vit hava bygt seinastu 10 árini liggur í knúsi. Hetta fer at taka fleiri ár at byggja upp aftur, sigur hann við Politikken.
Fakta um Norðsjóvarsavnið
# Norðsjóvarsavnið lat upp í januar 1984. Parturin av savninum, sum er brendur, húsar stóra akvariunum. Stórfingna akvariumið lat upp í 1998. Tað kostaði 95 mio. krónur
#Akvariumið rúmar 4,5 mio. litrar av saltvatni og er størsta akvarium í Evropa. Víddin er 22 m. x 33 m. og 8 metrar í djúbd
# Akvariumið er serliga gjørt til vísa fram pelagiskan fisk.-Sild, makrel, hornfisk og rossamakrel. Hesi fiskasløg hava brúk fyri stórari rúmd fyri vísa seg fram.
# Akvariumið hevur eisini vanligastu hávasløgini í Norðsjógvinum. Tindhávur, gráhávur og reyðhávur.
# Áskoðararnir kunnu hyggja eftir fiskunum ígjøgnum ein 6 metur høgan og 12 metur breiðan rút.
# Norðsjóvarsavnið er eitt av mest vitjaðu støðunum í Danmark. Mett verður, at árliga eru millum 270.000-280.000 vitjandi. Higartil hava um 5. mio. fólk verið á Norðsjóvarsavninum til samans.