Størsta afturkoman nakrantíð

Ongantíð áður hava vit sæð eina slíka afturkomu í flogbólti á oyggjaleikum, sum ta, føroysku flogbóltskvinnurnar framdu í finaluni ímóti Saaremaa leygardagin. Tað gjørdi finaluna so spennandi, sum tað var møguligt, umframt at júst afturkoman setti tjúkka striku undir gullið

Lítið man vera at ivast í, at føroysku flogbóltskvinnurnar leygardagin skrivaðu eitt fitt petti av føroyskari flogbóltssøgu, tá tær vunnu ta mest dramatisku kvinnufinaluna á einum oyggjaleikum nakrantíð. Sálarliga vístu tær seg at vera sterkari enn Saaremaa, tá tað veruliga galt, og tað gjørdi avgerandi munin.

Dysturin byrjaði annars við nøkrum av tí ússaligasta, ið hevur verið at sæð, og Saaremaa vann – uttan at sveitta – ein sannførandi 25-12 sigur í fyrsta setti. Og tað sá eisini út til, at sigurin í øðrum setti fór at verða minst líka stórur, og eitt skifti var Saaremaa á odda 18-7!

Men so var tað, at vend kom í. Føroysku spælararnir fingu frá venjarunum at vita, at nú var at taka alt tað góða frá undanfarnum dystum við sær inn á vøllin og gloyma tað, sum var miseydnað. Hetta tóku spælararnir so bókstaviliga, at annað sett stig fyri stig var vent til føroyskan fyrimun, og høllin mundi kókað yvir, tá tað gjørdist 23-23. Og tveir bóltar seinni høvdu Føroyar vunnið 25-23!

Skelkurin stóð framvegis málaður í andlitunum á teimum hjá Saaremaa, tá farið var undir annað sett, og tað vunnu føroysku kvinnurnar eisini trygt, 25-18. Men í fjórða setti raknaði Saaremaa við aftur og dysturin var sera javnur. Føroyar høvdu sett- og matsjbólt við leiðsluni 24-23, men fingu ikki nakað burtur úr honum, og í staðin tók Saaremaa næstu tríggjar bóltarnar og streyk avstað við fjórða setti, 26-24.


Ófatiligur endi

Nú stóð á jøvnum 2-2 í settum, og tað merkti, at talan gjørdist um ein fimmsettara, og nú slapp dramatikkurin enn eina ferð at standa sína roynd – eins og føroyska sálarfrøðin veruliga slapp at vísa, hvør dugur var í henni. Tað skuldi eisini vísa seg at gerast avgerandi í síðsta enda.

Saaremaa tóktist hava størri yvirskot, men í endanum av settinum kom føroyska styrkin til sjóndar. Tá støðan var 13-13, hevði Sólvá Dimon avgerandi smasjið til 14-13, ið tryggjaði okkum servuna og bæði sett- og matsjbólt. Men servan fór aftur um baklinjuna, so nú stóð aftur á jøvnum, 14-14.

Føroysku kvinnurnar vóru tó góðar í móttøkuni og fingu í lag álop, sum endaði við, at Karin Mikkelsen høgdi til, so tað bleiv 15-14 – og enn eina ferð sett- og matsjbóltur. Helen á Lakjuni fekk heiðurin at serva fyri Føroyar, og tá Saaremaa ikki fekk bóltin yvirum aftur, var sigurin upp á 16-14 í settinum og 3-2 í dystinum komin undir land. Gullið var enn eina ferð endað í Føroyum.

Lítið er at ivast í, at onkur finala hevur verið betri spæld enn henda, men eingin hevur havt sama dramatikkin. Og ongantíð er eitt lið komið so sterkt aftur, sum tað føroyska, ið bardi seg uppaftur og gav oyggjaleikunum besta hugsandi endabrestin!

Flott, flott, flott!!!




MYNDATEKSTUR:

Føroysku flogbóltskvinnurnar góvu oyggjaleikunum best hugsandi føroyska endabrestin, tá tær í einari dramatiskari finalu vunnu 3-2 á Saaremaa – millum annað við sterkastu afturkomuni, nakað flogbóltslið nakrantíð hevur havt í einari oyggjaleikafinalu

Mynd: Álvur Haraldsen