Bólkurin Divaz við teimum trimum Onnu Mariu Olsen, Maluni Eyðunsdóttir og Lailu Carlsen á odda, hevur veruliga sligið navn sítt fast á føroyska tónleikapallin.
Serliga eru tað stórfingnu konsertir teirra á Ólavsøku og á Summafestivalinum, ið hava gjørt, at stórur eftirspurningur er eftir Divaz. Og eftir at bólkurin hevur havt nakrar væleydnaðar konsertir á smærri spælistøðum millum jól og nýggjár, hevur bólkurin nú tikið stig til at gera eina risastóra konsert í Norðurlandahúsinum.
Divaz siga seg lata tað visuella og tað tónlistarliga ganga upp í eina hægri eind, og leggja seg eftir at undirhalda áhoyraran við sangi og tónleiki á høgum støði.
Umframt sera dugnaligar tónleikarar aftrat sær, er tað serstakliga ymiskleikin hjá teimum trimum songkvinnunum, ið eyðkennir bólkin. Tær eru allar sterkar songkvinnur, og saman hava tær funnið eitt sera áhugavert og serstakt samljóð.
Kvinnurnar syngja popp, rokk, soul og R&B tónleik, og eru tær nú farnar undir eitt samstarv við Kristoffur Mørkøre, sum skrivar og framleiðir tónleik til nýggju fløgu teirra.
Tiltakið verður 11. Februar, og kunnu atgongumerki keypast á nlh.fo
Hetta skriva Divaz á Facebook.