Teitur fær serstakliga góð ummæli fyri jólakonsertina, hann helt í Voxhall í Århus í gjárkvøldi. Undir yvirskriftini »Teitur ? jordnær og storslået« verður Teitur nógv róstur fyri framførslu sína av ummælaranum hjá Gaffa, og letur hann fimm av seks møguligum stjørnum til jólakonsertina.
Eitt av hæddarpunktunum á konsertini var, tá Teitur sang danska sangin »Syner«, sum er við á fløguni Andersens drømme ? ein fagnaðarfløga fyri H.C. Andersen, sum kom út í 2005. Sangin framførdu Teitur einsamallur við einum gittara í gjárkvøldi.
»Dansk ligger mindst lige så godt i munden på Teitur som engelsk, på trods af - eller måske netop på grund af - hans diskrete færøske accent, og mere dansk fra den kant skal være velkomment«, sigur ummælarin millum annað.
Teitur hevði annars bæði jólamann og skúmfidusar við á konsertina, har hann ikki einans spældi løg av nýggju fløguni. Ummælarin ger tó greitt, at tað ikki bilti tað stóra, tí alt annað, Teitur hevur útgivið, er á høgum støði.
Les ummæli hjá Gaffa her