Stórsligin finaludagur á Tvøroyri

22. mars verður stórsligin FM-finaludagur á Tvøroyri, tá nakrar av FM-finalunum í yngru deildunum skulu avgreiðast

Karmarnar vera í hásæti, og fyrireikararnar vænta nógv folk í høllini í Trongisvági, tá stórsligin FM-finaludagur verður hildin á Tvøroyri 22. mars.


Sama gólv sum í steypafinaluni

Til serliga FM-finaludagin á Tvøroyri, hevur Flogbóltssambandið valt at koma suður við serligu máttuni, ið vanliga verður nýtt til árligu steypafinalurnar, og tað skal vera við til at gera karmarnar enn betur, og til at fáa eitt slag av hátíðardámi yvir finalurnar hjá framtíðar flogbóltsleikarunum í Føroyum.


Stóran týdning fyri framtíðina

Tummas Óli Mortensen, ið er kappingarleiðari í Flogbóltssambandinum, er ikki í iva um týdningin av slíkum tiltaki.

- Tað er av alstórum týdningi, at vit geva ungu leikarum okkara, tær optimalu umstøðurnar, og gleðast yvir at TB hava so góðar umstøður. Vit vænta at tey har suðuri fara at skipa fyri einum rimmar degi, og vit fara at gera okkara part, til tess at hjálpa teimum á veg eisini. Og sjálvandi vóna vit at ein rúgva av fólki kemur suður , eins væl og suðuroyingar koma vestur í høllina, sigur Tummas Óli Mortensen, ið ikki vil útiloka, at hann sjálvur kemur suður at døma onkran dystin.

Tummas Óli er kendur sum eini av dómarunum í steypafinalunum, ið á hvørjum ári hava verið eitt virðuligt punktum fyri steypakappingunum, og sum hava verið sera væl vitjaðar, tá tað um áskoðarar umræður.


Í boks:


Finalistarnar í FM


Gentur 14 ár: TB-Fleyr (Byrjar klokkan 10:00 leygarmorgunin)


Kvinnuunglingar: TB-KÍF (Byrjar skamt eftir Gentur 14 ár o.s.v.)


Dreingir 14 ár: TBa-TBb (Byrjar skamt eftir Kvinnuunglingar)


Mansunglingar: ÍF-SÍ (Byrjar skamt eftir Dreingir 14 ár)