Hondbóltur
Seinastu tvey árini ella so hevur Poul Kjartan verið fastur partur av hópinum hjá H71, men tað er ikki fyrr enn nú, at hann veruliga hevur traðkað í karakter sum stórskjútti. Og tá tað nú skuldi vera, so hví ikki eisini lata tað vera við manér.
Fyrri hálvleikur var mest sum eitt one-man-show frá Kjartani, sum átti ikki færri enn 10 av teimum 14 málunum, sum H71 setti í kassan. Gaman í var helmingurin eftir brotskast, men tað nart ikki veruleikan, at talan er um ein spælara við meira enn vanligum krúti í arminum.
Mest sum hvør tann einasta skotroynd tók í onkran part av træverkinum, áðrenn kúlan fann meskarnar, og í Kyndli mundu teir gruna um, hvat teir skuldu gera við hendan partin av spælinum.
Ikki tí. Kyndil hevði eisini aðrar trupulleikar við sínum spæli, og teir kundu bara takka Magnusi Matras í málinum fyri, at munurin ikki gjørdist enn størri, og eina lítla løtu eftir steðgin hótti yndil eisini.
Tað gjørdist tó ikki meira enn næstan hj´ateimum grønu, sum ongan tíð av álvara høvdu fatur í dystinum. Hóast eina útvísing vann H71 seg frá 17-17 upp á 20-18, og eftir hetta hvarv spenningurin at kalla. Teir grønu vildu heldur nýta tað, sum eftir var av orku, til at keglast við dómaraparið, meðan hoyvíkingar uttan stórvegis hóvasták koyrdu sigurin heim.
Hevur tikið møguleikan
Tá dysturin millum H71 og Kyndil var av, fingu vit orðið á stórskjúttan hjá hoyvíkingum. Og vit spurdu hann, hvussu tú brádliga fer frá at vera marginalspælari til at vera tann maðurin, sum bumbar flestu kassarnar inn.
- Tá vit høvdu Kára Durhuus og Hannis Wardum sum venjara, hevði eg fast pláss. Men síðani komu aðrir til. Halgir byrjaði aftur, og Danny Syhler kom eisini við, og so varð minni pláss til mín. Nú havi eg fingið pláss og spælitíð aftur, og tað hevur bara gingið væl.
So tað snýr seg bara um álit frá venjaranum?
- Tað kanst tú gott siga. Men tað er í øllum førum so, at eg nú fái betri møguleika at gera um meg.
Og sigurin í dag vísir eisini, at tit eru við at finna fram á rætta stevið aftur?
- Tað eru vit. Stór útskifting hevur verið í hópinum, og vit hava eitt øgiliga ungt lið. Móti Neistanum taptu vit tó akkurát, og móti StÍF varð talan um eitt lítið skrædl. Men bæði móti hoyvíkingum og í dag vístu vit, at vit kunnu vera við í kappingini um finaluplássini, staðfesti nýggi toppskjúttin í føroyskum manshondbólti.
Fakta um dystin
H71-Kyndil 29-25 (14-13)
10 min: 5-3
20 min: 8-8
40 min: 18-18
50 min: 25-21
Málskjúttar
H71: Poul Kjartan Dam 14(5), Dánjal Tórgarð 5(1), Janus Sørensen 3, Tróndur Vatnhamar 3, Rógvi Sørensen 2, Hans Kári Hansen 1
Kyndil: Bárður Johannesen 8, Josef Abrahamsen 7(1), Høgni Klein 5, Julian Johansen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Ken Zachariasen 1, Kristoffur Kristoffersen 1
Brotskøst: H71 7, Kyndil 2
Útvísingar: H71 5, Kyndil 1
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen