Stórskjúttar upp á spæl

Longu í fyrsta umfari vóru stórskjúttar upp á spæla í næstbestu deildini. Á Sandi van B71 7-0 á KÍ, og har skoraði Clayton Soares fýra av málunum. Soleiðis var eisini í Gundadali, har Heini Gaard skoraði fýra av teimum sjey málunum hjá HB í sigrinum á Sumba/VB. Á Argjum var Allan Mørkøre stóri maðurin, tí hann gjørdi trý av teimum fýra málunum, sum AB skoraði ímóti Royn.Tríggir spælarar skoraðu tvey mál í fyrsta dystinum í 1. deild leygardagin  teir vóru Magnus Olsen hjá B71, John Eystberg hjá HB og Birgir Joensen hjá FS Vágum 2004.