Stórsigur í Vestmanna

VÍF gav annars Stjørnuni ein lítlan hvøkk í fyrsta umfarinum, men í Vestmanna var Tjaldur vakið frá fyrsta bríksli.

Longu í steðginum stóð 7-23 á talvuni, og so kundu gestirnir taka sær meira av løttum eftir steðgin.

Endaliga úrslitið gjørdist 24-40. Tóra Seloy skeyt 6 mál fyri Tjaldur, meðan Adina Petrea skoraði 12 mál fyri Tjaldur.