Stórsigur í Vágunum

FSV-VB 8-0 (3-0):
Eftir vónbrotið leygardagin reistust vágamenn annan hvítusunnudag, tá VB var á vitjan

2. deild

Ofta verður tikið til, at munurin millum deildirnar í føroyskum fótbólti er stórur, og hetta varð so dyggiliga undirstrikað, tá VB annan hvítusunnudag vitjaði í Vágunum.
Ikki tí. Bæði liðini halda til í næst bestu deildini, men meðan VB er uppflytari og fyrst og fremst stríðist fyri at halda sætið í deildini, eru vágamenn júst fluttir niður og hava ætlanir um eina skjóta afturvendan til bestu deildina.

Eingin ivi
Tað var heldur ikki so leingi, so hevði heimaliðið líka sum gjørt greitt, at tapið í Gundadali leygardagin ikki var annað enn ein kiksari.
Bjarni Prior legði fyri við málskjótingini, og tá Clayton so nakað seinni sendi bóltin í kassan, so var dysturin meira ella minni avgjørdur, tí vágamenn høvdu alla tíðina avgerandi orðið at siga í dystinum.
Undan steðginum gjørdu vágbingarnir sjálvmál, og so fór at rapa. Fimm ferðir eftir steðgin eydnaðist vágamonnum at skora, og trivaligi sigurin kann ikki annað enn styrkja teir í trúnni um, at liðið er nóg sterkt til at vera við í oddinum.

Stórar uppgávur
Sum nevnt, so er málsetningurin hjá liðunum heldur ymiskur, men fyri báðar partar verður talan um sera týdningarmiklar dystir komandi vikuskifti.
Tá skal FS Vágar til Sands, har hin niðurflytarin úr 1. deild, B71, tekur ímóti. Eftir stigamissirnar um vikuskiftið er hetta ein dystur, har hvørgin parturin hevur ráð at tapa, og ivaleyst fer hetta at geva eina greiða ábending um, hvussu støðan í oddinum fer at laga seg.
Vágbingar fara tá til Leirvíkar, har heimaliðið eisini telist millum teirra, sum berjast fyri tilveruni í deildini.
Sjálvandi fellur ikki nøkur avgerð í hesum dystinum, men fyri restina av kappingini og í øllum førum fyri aktuellu støðuna á stigatalvuni verður helst talan um ein dyst, sum hevur stóran týdning í botnstríðnum.

Dysturin í tølum:
FS Vágar-VB 8-0(3-0)
1-0: Bjarni Prior
2-0: Clayton Soares
3-0: Sjálvmál
4-0: Elfinn Ørvarodd
5-0: Bjarni Prior
6-0: Birgir Joensen
7-0: Clayton Soares
8-0: Jákup Joensen