Stórsigur uttan Claus

Claus Bech Jørgensen var ikki við á liðnum hjá Coventry, tá teir um vikuskiftið vunnu stórsigur á Derby.
Ikki minni enn 6-1 gjørdist úrslitið, og styrkti hetta myndina av Coventry sum einum liði, ið við stórum fetum er á veg burtur frá niðurflytingarstríðnum, sum fyrsta langa partin av árinum var ein hóttan.
Tað var tó ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at Coventry veruliga fekk gongd á. Derby hevði longu eftir einum minutti lagt seg á odda, men fyri steðgin hevði Coventry vent hesum til 2-1. Seinnu trý korterini var tó eingin ivi. Við fýra málum rað fekk Coventry tær heilt stóru yvirskriftirnar fram, meðan Derby hinvegin alt meira líkist einum møguligum niðurflytara.