Stórsigur í toppdysti

Fremad Amager var greiði sigursharrin, tá ið liðið hevði vitjan av Skjold í 2. deild eystur sunnudagn. Hetta var ein toppdystur, men úrsliti gav ábendingar um nakað annað. Fremad Amager vann nevniliga dystin heili 6-2, og so kundi føroyska felagið á Amager fegnast um, at oddastøðan var staðfest. Eingin av ungu føroysku spælarunum, sum royna seg í Fremad Amager, spældu við í hesum dystinum.