Stórsigur til Zwolle

Súni Olsen fekk seinastu átta minuttirnar við, tá Zwolle tók seg enn nærri oddinum

Holland

Tað gongur við fúkandi ferð hjá FC Zwolle í næstbestu hollendsku deildini. Um vikuskiftið vunnu teir enn einaferð, og eftir at tað fleiri ferðir á rað bert hevur verið lítil munur á, ivaðist eingin eftir heimadystin móti Dordrecht.
Zwolle vann ikki minni enn 6-1 eftir 4-0 í hálvleikinum, og í hollendsku miðlunum stendur, at talan var um klassamun.
Súni Olsen, sum annars hevur verið nógv við í ár, hevur eftir sjúkralegu havt ilt við at komi inn aftur í hópin, men hesa ferð kom hann so á vøllin seinastu sjey minuttirnar.
Sigurin hjá Zwolle gjørdist ikki verri av, at oddaliðið, Excelsoir, púrasta óvæntað mátti taka til takkar við javnleiki, tá Go Ahead Eagles var á vitjan.
Nú eru bert tvey stig ímillum tey bæði fremstu liðini, og sum rákið hevur verið hjá Zwolle síðani vetrarsteðgin, so er væl hugsandi, at teir um ikki so langa tíð fara at lyfta seg upp á ovastu rók í deildini.