Stórsigur til West Bromwich

Danski Martin Albrechtsen og hansara enska felag West Bromwich Albion vunnu í gjárkvøldið stórsigur móti Coventry í næstbestu ensku fótbóltsdeildini ”The Championship”

Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men aftaná steðgin tóku gestirnar, úr West Bromwich, seg um reiggj og innanfyri tveir minuttir løgdu, fyrst Paul Robinson og seinni Felipe Teixeira gestirnar framum 2-0. Seinni í dystinum løgdu teir somu tveir spælararnar liðið framum 4-0, tó hesu ferð í umvendari raðfylgju. 4-0 varð eisini endaliga úrslitið. Hervið hevur West Bromwich 30 stig eftir 16 dystir, seks stig aftanfyri oddaliðið Watford.