Tað var ikki hissini sigur, sum toftamenn høvdu við sær til hús í gjárkvøldið, eftir at B68 unglingarnir høvdu verið í Fuglafirði og spælt um bronsuna.
KÍ var mótstøðuliðið. B68 legði seg á odda við tveimum málum, men undan hvíldini svaraði KÍ eina ferð aftur, og tá ið klaksvíkingar beinanvegin eftir steðgin høvdu javnað, kundi tað kanska boðað frá, at talan fór at vera um javnan endaspurt.
Men soleiðis gekk tað als ikki.
Eftir at B68 hevði skorað tvey mál afturat, gjørdu toftamenn mest sum teir vildu, og at enda høvdu teir vunnið 12-2!
Málskjúttar hjá B68 vóru Jóan Símin Edmundsson (4), Jann Martin Mortensen (3), André Olsen, Pól Jóhannes Justinussen, Bjarki Johannesen, Arnhold Davidsen og Arthur Højgaard.










