Eingin ivi var um úrslitið, tá ið síðsti dysturin í 19. umfari í 1. deild í dag varð spældur á Sevmýri.
TB hevði vitjan av næstbesta liðnum hjá NSÍ, og heimaliðið vann 6-1. Í 1. hálvleiki skoraðu Óli Johannesen og Olivur Abrahamsen til 1-0 og 2-0.
Í 2. hálvleiki skoraði Olivur Abrahamsen trý mál afturat og Allan Poulsen eitt, áðrenn Robert Sørensen minkaði um munin til 6-1.










