StÍF vann sum væntað útidystinum móti grannunum hinumegin fjørðin úr Tjaldur leygardagin. Strandakvinnur vunnu ein trivaligan sigur við ikki færri enn 20 málum fleiri enn vertirnir úr Runavík. Úrslitið av dystinum gjørdist 33-13 til StÍF.
Fingu fult í tveimum dystum
Sigurin á Tjaldur leygardagin var tann fyrri av teimum sigrum hjá StÍF um vikuskiftið. Eins og VB noyddust tær í StÍF á vøllin bæði leygardagin og sunnudagin, og eins og vágskvinnur fekk StÍF fulla úrtøku burtur úr báðum royndunum.
Harvið hevur StÍF lagt seg nakað fram um næstaftasta liðið Kyndil, sum tær bastu á Skála sunnudagin (sí annars umrøðu aðrastaðnis í blaðnum).
Tíverri hava vit ikki fingið nakran dómaraseðil sendandi úr Runavík, og tí ber ikki til hjá okkum at gera eitt yvirlit yvir málskjúttar, brotskøst, útvísingar og annað.









