Kyndil-StÍF 33-25 (15-13)
Annað vikuskiftið á rað vóru strandingar á vølli í høllini á Hálsi og annað vikuskiftið á rað fóru teir av vøllinum, sum tapandi liðið. Hesaferð var tapið bara nógv størri, enn tað var móti vestmenningum seinasta vikuskiftið.
Tað var anars lagt upp til spennandi dyst millum Kyndil og StÍF. Havnarliðið lá undan dystinum á fyrsta plássið, meðan strandingar lógu á triðja plássi. Gongdin í landskappingini hjá monnum hevur í ár verið sera torfør at spáa um, tí liðini skiftivís hava vunnið á hvør øðrum. Tí er lítil munur í oddinum, og tí er spenningurin um hvør fer at vinna meistaraheitið stórur.
Strandingar hava havt gott tak á Kyndli í ár, men tað høvdu teir ikki sunnudagin. Kyndil var heilt greitt betra liðið og teir vístu heilt skjótt, at teir ikki ætlaðu at lata strandingar sigurin uttan nakað.
Tað er eingin loyna, at Kyndlaliðið er gott. Breiddin er góð og umframt tað, so hevur liðið einstaklingar, sum kunnu gera nakað sjálvir. Ein teirra er venjarin Jacob Jónsson, meðan ein annar er Hannis Wardum. Ein heilt triði er Regin Petersen, sum eitt nú í unglingalandsdystinum herfyri vísti, at hann hevur framúr góð hondbóltsevnir.
Kyndil hevur havt trupulleikar at fáa álopsspælið at hanga saman, men soleiðis var ikki sunnudagin. Tá so verjan samstundis stendur ótrúliga tøtt og er vakin, so var laga manni.
Offensiv verja
Tað hevur sermerkt lið strandinga, at teir við eini ótrúligari breidd hava fingið mál úr øllum vinklum. Spælararnir hava flutt pláss uttan at tað hevur ávirkað spælið í negativan rætning og tað er sanniliga ein styrki hjá einum so lítlum felag.
Men seinastu dystirnar er stígur av álvara komin í spælið og so ræður um at hála seg uppaftur. Tað hava teir ikki megnað enn.
Kyndil legði út við at dekka offensivt, fyri at forða miðjuni og bakkunum hjá strandingum at sleppa í gongd. Hetta eydnaðist til fulnar. Ja, so væl eydnaðist tað, at tað var fleiri ferð, at verjan kom ímillum avleveringarnar hjá strandingum, og fóru í skjótálop.
Tað var nú ikki bara verjan sum gjørdi sítt. Í málinum stóð Petur Magnusson, og hann fekk fatur á næstan øllum at byrja við. Eisini her var tað líka mikið hvørjum vinkli strandingar skutu úr, tí málmaðurin stóð sum ein livandi veggur á strikuni. Tað sigur kanska meir enn nakað, at tað gingu tíggju minuttir áðrenn strandingar fingu sítt fyrsta gjøgnumspælda mál. Tey bæði fyrstu vóru nevniliga brotskøst.
Tá tað er sagt, so skal eisini leggjast afturat, at tað má vera langt síðan, at tað hevur gingið so burturav illa hjá strandingum at skjóta mál. Teir høvdu eina rúgvu av opnum møguleikum, sum vóru misbrúktir upp á tað skammiligasta. Elias Hansen var nokk tann, sum hevur havt ringast tannabit eftir dystin, tí hann skeyt og skeyt, men inn vildi bólturin ikki.
John Petersen var ein annar, sum eisini hevði trupulleikar at fáa bóltin inn um málmannin og annað vikuskiftið á rað skeyt hann færri enn fimm mál, og tað er sjáldsamt.
Framum og
so halda tørn
Eftir at teir fyrstu nervarnir høvu lagt seg, so var tað Kyndil sum fótaði sær best. Teir fingu snútan fram um, men kortini ikki so nógv, at nakað var avgjørt.
Strandingar bardust manniliga fyri at koma aftur í aftur, og hesa løtuna vóru tað málmenninir, sum serliga vístu síni kynstur. Sum nevnt stóð Petur væl í Kyndlamálinum, og í hinum endanum vísti Jóhan eisini nakað av tí, sum hann dugir.
Jóhan kláraði bara ikki at halda støðið, sum Petur so bragdliga gjørdi, og tað var nóg mikið til at Kyndil slapp fram um aftur, eftir at strandingar høvdu javnað til 10-10.
Næstu tríggjar minuttirnar fingu kyndilsmenn fýra mál, og nú sást mótloysið á strandingum. Teir komu tó aftur í aftur enn eina ferð og við einum máli í allar síðstu sekundunum í fyrra hálvleiki syrgdi Artur fyri, at munurin bert var tvey mál tá komið var til hálvleikssteðgin.
Settu ferðina upp
Kyndil setti ferðina á dystinum upp í byrjanini av øðrum hálvleiki. Áðrenn strandingar vistu av vóru teir enn einaferð aftanfyri við fýra málum. Hesaferð megnaðu teir bara ikki at svara aftur. Spælið hjá strandingum fall púrasta sundur. Skeivar avleveringar og bóltar sum fóru tveittir beina leið út av vøllinum. Hetta verður ikki gjørt órevsað móti einum so góðum liði sum Kyndli og tað sást eisini á úrslitinum. Munurin gjørdist størri og størri.
Nú ráddi um hjá strandingum at bjarga æruni, men tað er synd at siga, at tað eydnaðist. Kyndilsmenn gjørdu sum teir vildu og fingu næstan mál eftir vild.
Seinastu fimm-tíggju minuttirnar kastaðu strandingar frá sær, og hesa løtuna hevði Kyndil lætt spæl. Teir fangaðu við síni effektivu verju bóltarnar og fóru í skjótálop uttan at strandingar komu við til hús.
Kyndil væl fyri
Tað sær út til, at Kyndil nú av álvara er vaknað. Liðið spældi væl sunnudagin og vísti, at tað ikki er av tivild at teir liggja á fyrstaplássi. Teir vístu samstundis, at teir hava eitt lið, sum fer at verða tungt at koppa í tí sum eftir er av kappingini.
Sum nevnt omanfyri hevur liðið eina góða breidd og lyklaleikarar, sum til eina og hvørja tíð kunnu stíga fram og vera tungan á vágskálini. Tað er avgjørt ein styrki, men spurningurin er so, um teir megnað at halda høvdið kalt í tí sum eftir er av kappingini.
Longu mikukvøldið fáa vit at eina ábending um hvar Kyndil er ávegis, tí tá verður lokaluppgerð og toppuppgerð í høllini á Hálsi. Kyndil og H71 hittast í tí, sum kann fara at verða avgerandi dysturin í kappingini í ár. Vinnur Kyndil tann dystin, verður torført hjá hinum liðunum at forða fyri, at Kyndil vinnur FM-heitið í ár.