Hondbóltur
29-17 gjørdist úrslitið av dystinum, ÍF Føroyar og HIK spældu í gjár. Júst tað, føroysku menninir høvdu brúk fyri, eftir skuffandi javnleikin farna vikuskifti.
Frá fyrsta bríksli lýsti viljin úr monnunum, og við einari sera vælleikandi verju gav tað eisini nógv skjótálop og mál. Eftir tíggju minuttum var støðan heili 13-4 til ÍF Føroyar, men so settu teir ferðina niður og hálvleiksstøðan gjørdist 17-8.
Seinni hálvleikur byrjaði eisini róliga, og hetta gav HIK bæði tíð og pláss, so munurin minkaði niður í 19-13. Tættari enn tað sama gjørdist tað ongantíð, tí ÍF Føroyar setti ferðina upp aftur, og við stórleikandi vongunum, Eyðun Højgaard og Helga Justinussen, staðfestu føroyingarnir stórsigurin.
Málskjúttarnir vóru Eyðun Højgaard 10, Helgi Justinusen 7, Hjalti Jacobsen 4, Leif Mikkelsen 2, Hanus Johansen 2, Rani Slættanes 2, Leif Hákun Jacobsen 1 og Petur Óli Samuelsen 1.
ÍF Føroyar liggur nú fremst við 13 stigum, meðan Team Nørrebro hevur tíggju stig og hevur spælt tveir dystir færri.
Kvinnurnar hava frívikuskifti, men spæla útsettan dyst týskvøldi ímóti CBS Håndbold.